Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hósdagin í farnu viku var eitt lík funnið við Rhinen í Týsklandi.

Um klokkan 10.20 lokala tíð sá ein persónur líkið av eini kvinnu.

Líkið var funnið, sambært løgregluni, millum Herrenteich og Lusshof við Hockenheim.

Obduksjónin vísti at kvinnan helst var deyð av harðskapi, og dagarnar eftir arbeiddi løgreglan við at eyðmerkja líkið.

Seinni kom so nýtt í málinum, tá týska løgreglan upplýsti í tíðindaskrivi at taln var um eina 27 ára gamla ukrainska kvinnu sum var flýdd undan krígnum í Ukraina.

Løgreglan upplýsti eisini at kvinnan var komin til Týsklands saman við mammu síni og fimm vikur gomlu dóttrini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo