Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Hondbóltssamband Føroya: Føroysku U17-kvinnurnar taptu 32-27 fyri Litava í dag og endaðu harvið nummar 4 í EHF Championship kappingini í Baku. Hálvleiksstøðan var 20-16 til Litava. Føroyar megnaðu harvið ikki at vinna sær pláss til U19 EM-endaspælið í 2025, tá bert trý tey ovastu liðini í hesari kappingini sleppa við.

Føroysku kvinnurnar tóktust tendraðar frá byrjan. Silja Eystberg hevði fleiri góð langskot og Gylta á Neystabø fleiri góðar bjarging í føroyska málinum. Liðini fylgdust fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men sníktu heldur nógvar villur og brend skot seg í føroyska spælið og Litava legði seg nøkur mál fram um. Litava skoraðu heili 20 mál í fyrra hálvleiki og vitnar hetta um, at verjan var størsti trupulleikin hjá Føroyum.

Føroyska verjan ernaðist tó í seinna hálvleiki og stóð væl betri saman við einari vælleikandi Mariu Beder í málinum. Føroyska liðið hálaði inn á Litava, og tá tað restaða 5 minuttir var bert eitt mál á muni. Føroyska liðið hevði møguleikar og vinna seg fram um, men vóru ov nógvar tekniskar villur og brend skot til at tað bar longur.

Eftir dystin var høgri vongurin hjá Føroyum, Joan Johannsen, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Joan var eisin toppskjútti við 6 málum.

Føroyar gjørdust við hesum ov stuttar til U19 EM-endaspælið í 2025 og skulu í staðin spæla Championship kapping lík hesari tær hava spælt í Baku. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin Litava – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 6-6
15 min. 9-8
20 min. 11-9
25 min. 15-11
30 min. 20-16
35 min. 21-18
40 min. 23-19
45 min. 25-21
50 min. 26-23
55 min. 28-27
60. min. 32-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Joan Johannesen 6
Silja Geirsdóttir Eystberg 6(1)
Rakul Borgarlíð Joensen 4
Katrin Hansen 2
Sára Hórðará 2
Karinbeth Kjærbæk 2
Marjun Jansdóttir 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Helena Magnusardóttir 1
Marta Højgaard 1
Sára Berg á Lag 1

Málverjar:
Maria Beder 40%
Gylta á Neystabø 23%

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo