Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Áskoðaraplássini vera tóm, tá U19- og U21-landsliðini næstu dagarnar skulu spæla venjingardystir á Svangaskarði móti íslendska U19-landsliðnum - Mynd: Heri Joensen

FSF: Korona órógvar aftur í fótbóltinum, og hesaferð gongur tað út yvir áskoðararnar, ið ætlaðu sær til venjingardystin hjá U21-landsliðnum, sum hósdagin 3. juni klokkan 17:30 møtir íslendska U19-landsliðnum.

Og tað sama er galdandi sunnudagin 6. juni klokkan 15:00, tá okkara U19-dreingir skulu royna seg ímóti Íslandi. Tá verður heldur ikki loyvt áskoðarum at koma til dystin.

Hvussu áskoðaraviðurskiftini verða í samband við venjingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum móti Íslandi og Liktinstein, ið vera spældir fríggjadagin 4. og mánadagin 7. juni, og U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Armenia á Svangaskarði týsdagin 8. juni, er avgerð ikki tikin til enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo