Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

U19-landsliðini hjá bæði gentum og dreingjum skulu til tvær EM-undankappingar í 2021 - Mynd: Hans Erik Danielsen

U19-landsliðini hjá bæði gentum og dreingjum skulu til tvær EM-undankappingar í 2021 - Mynd: Hans Erik Danielsen

U19-landsliðini hjá bæði gentum og dreingjum skulu til tvær EM-undankappingar í 2021 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrr í vikuni varð greitt, at EM-endaspælið fyri U17 Gentur, sum skuldi verða í Føroyum í mai mánað komandi ár, er avlýst. Tað sama er galdandi fyri U17-endaspælið fyri dreingir, sum skuldi verða spælt á Kýpros. Orsøkin er koronafarsóttin, og tí hevur UEFA tikið hesa avgerð.

Harafturímóti hevur altjóða fótbóltssamgongan avgjørt at EM-endaspølini fyri U19 Dreingir og U19 Gentur verða spæld í summar. Hetta merkir samstundis, at undankappingarnar, sum skuldu havt verið spældar í heyst, í staðin verða spældar til várs.

Fyri føroyska U19-landsliðið við dreingjum hevur tað við sær, at teir skulu í tvær undankappingar í komandi ári. Tann fyrra verður í Belgia frá 22. til 31. mars, har mótstøðulondini verða Spania, Belgia og Finnland.

Spælir føroyska liðið seg víðari, skulu teir til eitt millumumfar (Elite Round) í mai ella juni, og síðan verður EM-endaspælið í Rumenia í juli mánað.

Seinna EM-undankappingin fyri U19-dreingirnar verður í Grikkalandi frá 8. til 17. november. Har skulu okkara dreingir spæla ímóti Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi.

Og meðan bíðað verður eftir lutakastinum til seinnu EM-undankappingina, sum U19-genturnar skulu til í komandi ári, er greitt, at fyrra EM-undankappingin verður í Póllandi frá 4. til 14. apríl.

Spæla genturnar seg víðari, skulu tær til millumumfarið (Elite Round) í juni mánað, áðrenn sjálvt EM-endaspælið verður í Hvítarusslandi í juli ella august.

Lutakastið til EM-undankappingarnar fyri U19 Gentur og U17 Gentur, sum eru á skránni í heyst, verður um mánaðarskiftið februar-mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo