40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit senda áhaldandi børn av landinum, sum vit ikki megna at taka okkum av í Føroyum. Børn, sum av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu vera hjá sínum foreldrum. Børn, sum ikki hava sína egnu rødd. Børn, sum ikki hava ræði á egnum lívi, tí tey ikki eru myndig.

Tað er óvirðiligt fyri børnini. Tað er ábyrgdarleyst fyri okkum sum land. Ein vesalaváttan.

Orsøkirnar til hesa vanvirðing og ábyrgdarloysi er, at vit ikki hava fakligu førleikarnar til at taka okkum av hesum børnum í Føroyum. Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, í svari uppá munnligan fyrispurning til mín í dag.

Tí eru millum 5 og 7 børn árliga á stovni í Danmark.

HVUSSU NÓGVA FAKLIGHEIT FÁA VIT FYRI 42,7 MILLIÓNIR KRÓNUR?
Tað er ikki ókeypis at senda børnini av landinum. Vantandi fakligu førleikarnir hava seinastu fimm árini kostað landskassanum 42,7 milliónir krónur.

Eg undrist á, at landið hevur brúkt so nógvar pengar uppá at senda børn av landinum í staðin fyri at brúka hesar pengar til at raðfesta fakligheitina, so vit sjálvi megna at taka okkum av hesum børnum.

MUGU TAKA ÁBYRGD SJÁLVI
Arbeiðið at forða fyri, at børn verða send av landinum, er farið í gongd, sigur landsstýrismaðurin, og tað fegnist eg um.

Samgongan hevur sett sær fyri at dagføra Barnaverndarlógina og gera eina landsætlan til barnaverndarmál. Í hesum sambandi eiga vit avgjørt eisini at tryggja, at vit framyvir sjálvandi skulu taka okkum av okkara egnu børnum.

Liljan Weihe
Tingkvinna, TJóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo