Ukrainskar deildir hava tikið fýra landsbýir sum hava verið hersettir av russum tætt við býin Kherson.
Tað upplýsur ein kelda í ukrainsku verjuni fyri CNN.
Sambært kelduni er talan um landsbýirnar Nova Dmytrivka, Arkhanhel's'ke, Tomyna Balka og Pravdyne, men hetta er ikki váttað av óheftum keldum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo