Ukraina hevur tikið tríggjar landsbýir afturat frá russisku deildunum.
Sostatt eru tilsamans sjey landsbýir tiknir aftur í offensivinumv.
Tað sigur varaverjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Maljar, sambært Reuters og AFP.
Ukrainar hava flutt seg 6,5 kilometrar fram og hava tikið aftur 90 ferkilometrar, sigur hon sambært DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo