Í býnum Mariupol, sum russar nærum allan nú hava hertikið, eru boð givin um at skelti á vegum og býarpørtum skulu skiftast út, so tey nú eru á russiskum heldur enn á ukrainskum.
Í býnum Herson longri suðri, sum russar eisini hava hertikið, eru sjónvarpsstøðir, sum áður sendu á ukraninskum, nú farnar at senda á russiskum.
Sambært ukrainskum myndugleikum eru russar samstundis farnir undir eina útreinsan, so øll tey sum eru í andstøðu til hersetingarvaldið verða fingin av vegnum.
Eisini eru ætlanir um, at rubilin skal brúkast sum gjaldoyra.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo