Klokkan 9 í morgin árini danska tíð, klokkan 8 okkara tíð, kemur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á almenna vitjan í Fólkatinginum.
Hann fer at halda røðu í Landstingssalinum, og seinni í morgin hittir hann eisini Margrethu drotning. Tað boðar Fólkatingið frá í tíðindaskrivi.
Sera strongd trygdartiltøk eru í samband við vitjanina, og bert fá tíðindafólk eru boðin við til hendingina. Men heimasíðan hjá Fólkatinginum fer at senda sjónvarp frá hendingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo