Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá ukrainski sendiharrin í Danmark sigur at vit hjálpa Ukraina at vinna kríggið, um vit halda uppat við fiskivinnu samstarvinum við Russland, er tað einki annað enn lygn, hann kemur við.

Tað steðgar ongum kríggi at gevast at samstarva, men elvir heldur til kríggj.

Í staðin fyri at siga okkum føroyingum, hvat vit eiga at gera, kundu hesir sendiharrar biðið bæði Danmark og Bretland givist við at keypt fyri milliarda upphæddir frá russum umvegis onnur lond.

Føroyingar hava einki samstarv við Russland sum ávirkar nakað kríggj, og at lova hvør øðrum at fiska í økinum hjá hvørjum øðrum, kann illa kallast fyri samstarv.

Hetta er ikki øðrvísi enn um tveir bøndur býttu um tvey stykki av jørð at velt í.

Bøndurnir hava tá bert gjørt eitt umbýti. Tað er tað.

Teir hava einki samstarv, men bert eina avtalu.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo