Ukraina hevur "nokk vápn til ein mótoffensiv móti Russlandi". Tað sigur uttanríkisráðharrin í landinum, Dmytro Kuleba, sambært tíðindastovuni Reuters.
Hann sigur harumframt, at operasjónin fer at geva ukrainum tann sigur, sum teimum tørvar til tess at gerast limur í NATO, men uttanríkisráðharrin sigur ikki, um mótoffensivurin er byrjaður, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo