Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Facebook er skraddaraseymað til Føroya, og tí er tað neyvan nakað annað fólk í heiminum sum brúkar so nógv Facebook sum vit føroyingar.

Við Facebook gjørdist tað tiltikna túnatosið alment, soleiðis at allir føroyingar líkamikið hvar teir eru staddir á knøttinum, fáa tey lokalastu tíðindini 24/7/365.

Og tað við mynd eisini, í allar flestu førum.

Ein annar fyrimunur við Facebook er so hartil, at tú kanst hava upp til 5000 vinir, ella lat okkum bara siga tað sum tað er lesarar/haldarar.

Tað vil siga, at tú hevur fingið tín fitta lítla lokala miðil sjálv/ur.

Og hetta er ein fongur hjá einum føroyskum politikara til dømis, og sjálvandi eisini hjá meiningsdannarum og fjeppum hjá teimum. Og frøðingum av ymiskum slagi.

Nú er tað ikki neyðugt hjá politikaranum til dømis at senda út greinar og annað tilfar til portalarnar, tí Facebook er nóg mikið.

Politikarin hevur nú eisini neyva stýring av, hvussu hann skal vera við í tí einastandandi og spennandi átakinum sum henda samgongan hevur lanserað, ið verður rópt "tjóðarbygging".

Miðlarnir verða spardir burtur, tí Facebook er har kortini og KVF - ein minni útreiðsla fyri land og fólk.

- Við Facebook byggja vit land - og tað ókeypis!

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo