Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Umboðamaðurin: Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum av eini umsókn um innlit í frágreiðingina um viðurskiftini við Russland. Umboðsmaðurin helt, at tá partvíst innlit varð latið, hevði ráðið sýtt innlit í ov nógv brot í frágreiðingini, og at innlitið varð ikki givið á nóg greiðan hátt. Umboðsmaðurin heitti tí á Uttanríkis- og vinnumálaráðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð.

Í fyrstu syftu varð einki innlit givið, men undir viðgerðini játtaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið partvíst innlit.

Tá málið byrjaði, metti Uttanríkis- og vinnumálaráðið, at útflýggjan av skjalinum í síni heild kundi elva til týðandi skaða fyri uttanríkispolitisku áhugamál Føroya, har ímillum samráðingarstøðu Føroya og viðurskiftini við onnur lond. Víst varð eisini til § 13, stk. 1 nr. 2 og 6 í innlitslógini og atlit at politisku avgerðartilgongdina í sambandi við eitt lógarmál. Eisini metti ráðið, at atlitini, sum lógu til grund fyri, at undantaka upplýsingarnar frá innliti í hesum føri talaðu ímóti at geva meirinnlit eftir reglunum í § 4 stk.1, 2. pkt.

Umboðsmaðurin var samdur við Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í, at undir nevndu viðurskiftum var heimild at sýta fyri at lata innlit í alla frágreiðingina.

Tá fortreytirnar fyri at sýta innlitið broyttust, læt ráðið klagaranum partvíst innlit. Umboðsmaðurin metti, at ráðið hevði sýtt innlit í óneyðuga nógv brot í frágreiðingini. Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at brot í frágreiðingini innihildu upplýsingar um faktuell viðurskifti og alment atkomuligar upplýsingar, sum - nú atlitið at politisku avgerðartilgongdina ikki var aktuelt longur –  ikki kundu undantakast frá innliti vegna verju av uttanríkispolitiskum ella uttanríkisfíggjarligum áhugamálum.

Umboðsmaðurin staðfesti eisini, at innlitið varð givið á ógreiðan hátt, og at feilir vóru í  innlitinum, tí í fleiri støðum var uppsetingin av upprunatekstinum broytt, tá teksturin var drigin út – t.e. reglubrot vóru fallin út, og yvirskriftir og undiryvirskriftir sóust ikki sum yvirskriftir. Samsvar var heldur ikki millum innlitið, sum varð givið í innihaldsyvirlitið, og tekstin sum var tikin úr frágreiðingini.

Umboðsmaðurin bað Uttanríkis- og vinnumálaráðið taka málið upp til nýggja viðgerð og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum.

Álitið í navnleysum líki kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo