Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Runavíkar kommunu ikki svaraði einari umbøn um innlit. Umboðsmaðurin helt, at málsviðgerðin av málinum var ikki nøktandi og gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum.

Ein borgari klagaði um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði hansara umbøn um innlit í ávís mál.

Innlitsumbønin varð send kommununi tann 20. mai 2023. Kommunan svaraði ikki umbønini um innlit fyrr enn 7. juli 2023 og sendi onga kunning um, at málið ikki kundi avgreiðast innan 10 dagar og hví.

Umboðsmaðurin vísti á, at í § 16, stk. 2 í innlitslógini er ásett, at er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.

Tá umboðsmaðurin bað um frágreiðing og skjølini í málinum, svaraði kommunan heldur ikki rættstundis. Tað varð tí neyðugt at senda eina áminning fyri at fáa svar sum umbiðið.

Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum (LUM 23/13716).

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo