40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

22 kvinnur og menn bjóða seg fram til at umboða teg og meg í einum av Føroya størstu fíggjarsamtaki, sum m.a. er einaeigari av Føroya størsta tryggingarfelagi. Hesi fólk skullu velja fólk í nevndir, sum so aftur velja nevndarlimir í tryggingarfelagið, sum vit øll eiga í felag, at umsita tryggingarinn- og útgjøld. Men hvør umboðar tíni og míni sjónarmið best? Og hvør setir tey krøv til nevndarlimir, sum tú og eg halda verða rættast?

Næstu dagarnar fram til 28. sept. fer umboðsráðsval fram til Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum er hægsti myndugleiki – hóast við skerdum rættindum – í einum av Føroya størsta fíggjarsamtaki, sum m.a. er einaeigari av Føroya størsta tryggingarfelagi Betri Trygging.

Hesi fólk skullu velja nevndarlimir í høvuðsfeløgini í Betri-samtakinum, sum so aftur velja seg sjálvan og/ella onnur í nevndina í m.a. tryggingarfelagnum, sum øll vit, sum eru tryggingartakarar í Betri, eiga í felag.

Tryggingarfelagið, sum er eitt sínámillum tryggingarfelag hjá okkum, sum eru tryggingartakarar í Betri, og har okkara ognarlutur í Betri er skrásettur, hevur umleið ¾ av tryggingarvirkseminum í Føroyum.

Hvørjar eru so treytirnar hjá okkum tryggingartakarum. Jú, tryggingin nýtir hugtakið nývirðistrygging, sum ljóðar sera gott. Altso, vit gjalda fyri nývirði og vænta sjálvandi, at fáa nýtt aftur frá tryggingini, um illa vil við og vit fáa skaða upp á eitt nú okkara sethús.

Men fáa vit nú tað? Nei, tað er als ikki vist, tí hyggja vit at grein 90.06 í tryggingartreytunum, nýtir tryggingin aldursniðurskrivingar (sí viðfestu talvu). Eisini nýtir tryggingin virðisminking (grein 130.03) og niðurskriving fyri manglandi viðlíkahald (grein 310). Tó er ein áseting um fult endurgjald, um skaðin er størri en 50%.

Orsøkin til hetta sigst vera, at tryggingin ikki kann gjalda nýtt fyri gamalt. Jú men, skal tryggingartakarin so gjalda fyri nýtt og fáa gamalt aftur fyri?

Genialt og snilt!

Hvør av tykkum 22 fer at royna at fáa tryggingina at spæla við opnum kortum og fer at royna at fáa broytt hesi viðurskifti? Umboðsráðið kann ikki broyta tryggingartreytirnar, men umboðsráðiði kann velja nevndarlimir, sum sjálvir møguliga koma í nevndina á tryggingini og saman við øðrum forma eina trygging við treytum, sum hóska okkum eigarum.

Johan Petersen, eri ikki uppstillaður, men var umboðsráðslimur 2012-18

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo