40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi dagarnar verða fleiri forvitnislig tiltøk á skránni á umhvørvisvikuni.

Týskvøldið kl 20 bjóðar Tórshavnar kommuna til umhvørviskafé í Perluni, har býráðspolitikkarar og umhvørvisfelagsskapir fara at dystast í eini spennandi umhvørviskviss. Kvissmeistari er ongin annar enn maðurin av Quiztinum Gunnar Nolsøe. Á liðnum hjá býráðspolitikarunum eru Bjørg Dam og Elsa Berg, meðan umhvørvisfelagskapirnir Rudda Føroyar og FNU eru umboðaðir av ávikavist Elini Lindenskov og Jóni Kragesteen.

Umframt kvissina fara vit at hoyra um komposttrumluna hjá Skúlanum við Løgmannabreyt, klimaroknaran Spora.fo, seiðaberg í Nólsoy og nýggja kalendaran Árið og maturin.

Elin Michelsen er vertur fyri kvøldinum.

Hóskvøldið kl. 19 verður kvøldseta og evniskvøld í Broncks, har sjóneykan verður vend ímóti samferðsluni í Havn. Hví skulu vit koyra buss? Tí hini gera tað, sigur Katrin Petersen, sum leggur fram um ferðsluatferð. Gunnar Dahl-Olsen fer at tosa um Havnina sum súkklubý, og Fríður Dalsgarð, býarverkfrøðingur, greiður frá nýggjastu átøkunum hjá kommununi.

Ukrainski sangarin og gittar-leikarin Serhii Ilin fer at forkela oyruni við vøkrum tónleiki, og kvøldið endar við handan av umhvørvisstuðlinum og grønu virðislønini frá Tórshavnar Kommunu, Grønu gávuni hjá Etika og grøna gávubrævinum frá Nema.

Beinta Løwe er vertur fyri kvøldinum.

Til bæði tiltøkini bjóðar kommunan kaffi og føroyskt urtate frá URT afturvið onkrum leskiligum frá Gómagott. Ókeypis atgongd.

Les meira um umhvørvisvikuna og tak skránna niður á temasíðu okkara, sum tú finnur her:

Umhvørvisvikan 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo