

FNU og Veðurlagslóg Nú!: FNU og Veðurlagslóg Nú! hava spurt øll, ið stilla upp til løgtingsvalið, 16 spurningar, sum snúgva seg um umhvørvið, veðurlagsátøk og náttúruvernd.
Svara spurningunum og síggj hvørji valevni, sum hava somu áskoðan sum tú. Spurnakanningin kann roynast her: www.skil.fo
Heimasíðan vísir síðan veljarunum, hvørji 10 av luttakandi valevnunum, veljararnir hava mest í felag við.
Endamálið hjá FNU og Veðurlagslóg Nú! er at varðveita og verja náttúruna og umhvørvið. Henda heimasíðan er ein partur av okkara stremban at fáa veðurlagsátøk og náttúruvernd á dagsskrá.
Ein Spyr.fo kanning, sum FNU og Veðurlagslóg Nú! hava umbiðið, vísir, at veljarin raðfestir umhvørvið og heldur, at Føroyar skulu lækka CO2-útlátið munandi komandi árini. Hetta sæst tó ikki aftur í umboðanini í Løgtinginum, og tí er hetta eitt gott høvi at finna útav, hvat valevni best umboðar teg á umhvørvisøkinum, soleiðis at umboðanin kann betrast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo