Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur:  Frá tí minsta, sum yrkjarin Dania Tausen festir á blað, fær hon tónleikin at spretta, útvarpið at ljóma og filmin at bleiktra.

Eisini í Norðurlandahúsinum í kvøld.

Zooma vit langt út í tað kosmiska, til slipsið hjá William og rúmdarferðina hjá Kubrick, er tað í mínum optikki eitt renesansumenniskja, ið vitjar okkum hesa løtu.

Prosaiski sjúkrahússtjórin segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tá tímarnir í døgninum eru farnir, koma teir ongantíð aftur.

Jú, henda konsertin var ein væleydnað roynd at fanga tíman, goyma hann og geva okkum eitt dropatikið destillat av tíðarleysari tíð á móðurmálinum, transparent millum heimar, so sum vit í hvør sínum lagi kenna teir.

Øll sonn list ger tað.

Fangar løtuna, og ger til einkis ultimativa fíggindan, sum í hesi gleðistund skal verða ónevndur. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo