Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Foto:Emiliatheresa

Foto:Emiliatheresa

Foto:Emiliatheresa

Innsent: Fyrsta Danska uppseting av Richard ll er enn ein maktdemonstratión hjá Olafi Johannessen í tittulrolluni.

Men tann størsta genistrikan er nú valið av Olafi Johannessen til tittulrolluna. Johannessen tosar ikki bara flótandi Shakesspearskt. Hann fær tekstin at titra í hvørjari kyknu í kroppinum, við hvørjum eygnabrái, hvørjum handabrái - leitandi ella beinraknum - og hvørjari evarska lítlu broyting í tónalagnum í røddini….

Johannessen er alla sýningina verdur.

CPHCULTURE Michael Søbye: “… men leikurin er og verður Olaf Johannessensa. Hansara Richard II er eitt sjálvssmakkandi valdsmenniskja, sum ov seint gert klókari. Olaf Johannessen spælur hann brillant við bæði stórlætnum lótum og raffineraðari fjarstøðu. Men fram um alt við einum altjóða formati, sum við eitt plaserar præstatiónina millum ársins bestu á einum donskum palli. “

Dagens nyheter 02.10.2023: Kristina Lindquist Rikard II á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn er ein djúptøkin lýsing av einum blóðigum valdsstríði…. Jú veikari hann gerst politisk, tess mætari gerst skapi av honum. Tað er ein maður sum er besettur av sær sjálvum sum tragiskum figuri, og tann føroyski Olaf Johannessen er bart út sagt sensationellur í titulrolluni. Hansara Richard II er ein neyðars sjónleikari, sum larmar og ger seg upp í leiklutinum sum “kongur”. Hann er sín egni hovnarr og sín egni gudur, og eg haldi enntá at tann, sum ikki skilur eitt orð av donskum hevði sæð tað. Johannessen ger hann koleriskan, forskrúvaðan, fullan av iva og við einum eygabrái, sum næstan bránar burtur hinar leikararnar.”

Kulturkupeen Anmeldelse af Ulla Strømberg. Richard II på Det Kongelige Teater: Leikurin er harafturímóti nærum sublimur, tá ið Olaf Johannessen er á pallinum og spælur tað æviga nærveru/fráveruspæli, sum mangir leiðarar hava, tá ið teir erkenna, at valdið kanska ikki sigur teimum nakað allíkavæl. Samstundis vita teir flestu leiðarar, at man ikki kann hava ein frákoyrdan leiðara rennandi runt - og tað er óansæð um tað er ein kongur ella, sæð við nútíðar eygum, ein floksleiðari ella hvønn man nú sum áskoðari kann síggja modernaðar paralellir til. Olaf Johannessen meistrar alt við síni kraftmiklu rødd, sum hann kann modulera, sum honum lystur.

Sydsvenskan 18-09-23 Boel Gerell: Olaf Johannessen er brillantur í høvðusleiklutinum.

Weekendavisen. 22. Sep. 2023 Asker Hedegaard Boye: Olaf Johannessen er ein av teimum bestu í Norðurlondum…….. Júst tí er valið av Olaf Johannessen, ein av bestu teatursjónleikarunum í norðurlondum, til høvðusleiklutin ikki bert hóskandi, men nærum neyðugt…. Johannessen kann spæla tað stórsta dramaði úti á sínum fingraspíssum. Ein rørsla, eitt ræddarlyft og eitt eygnabrá er nokk. Tað er eminent….

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo