Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faer Isles Distillery: North Atlantic Subsea Vodka frá føroyska Faer Isles Distillery hevur vunnið gull í ikki færri enn trimum av fremstu altjóða kappingunum innan spiritus.

Subsea Vodka er gjørt úr vatni úr einum stórum lumma við elligomlum feskvatni, ið varð funnin undir Heystfirði, tá Sandoyartunnilin varð boraður. Distillaríið hevur í dag sín egna krana í tunlinum, har vatnið til Subsea Vodka verður tappað. Føroyska produktið er heimsins einasta undirsjóvar-vodka.

Fyrst kom úrslitið frá The Global Vodka Masters, sum altjóða tíðarritið The Spirits Business skipar fyri. Distillaríir úr 120 longdum luttaka, og kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini: Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium.

Síðani varð kunngjørt, at vodkaið eisini hevði fingið gull frá sera viðurkendu The International Wine & Spirit Competition (IWSC). At enda kom eisini úrslitið frá World Vodka Awards, ið var enn eitt gullheiðursmerki.

Nakrar av viðmerkingunum frá ymsu dómsnevndunum eru: “A light yet beautifully textured spirit. The nose is elegant and subtly spiced. Warmth builds on the finish, ending each sip on a moreish high. Light minerality on the nose with sweet berry notes and peppermint undertones. Light cranberry tartness and vanilla sweetness on the palate with spicy character and long-lasting peppery finish. Hints of strawberries on the aftertaste.

Note of sea salt with lots of flavour and length. Lovely toasty aromas with hints of citrus, sweet and light palate followed by a lingering peppery finish. Neutral, easy nose, big creamy palate with a touch of heat in the end with a big, long buildup of peppery notes.

Faer Isles Distillery er annars farið undir altjóða hópfígging og hevur longu fingið nógvar nýggjar partaeigarar afturat teimum verandi 657 úr 24 ymiskum londum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo