Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Giktafelagið: Í samband við undirskriftsinnsavnanina, sum Giktafelagið hevur staðið fyri, um at fáa giktalækna Pero Soré aftur í starv, hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stóra, sent felagnum eina skrivliga fráboðan. Svarið var felagnum í hendi tann 23. juni.

Í skrivinum verður sagt, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur gjørt av, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, skal taka sær víðari av viðgerðini av málinum um at seta Pero Soré aftur í starv.

Orsøkin er tann, at landsstýriskvinnan í heilsumálum metir seg vera ógegniga at viðgera málið.

Undirskriftirnar liggja sostatt í Fíggjarmálaráðnum, har tað verður viðgjørt, og vit lata frætta meira, tá ið felagið fær svar frá Fíggjarmálaráðnum.

Undirskriftsinnsavnanin, um at fáa giktalækna Pero Soré aftur í starv, var skipað frá 29. mai til 16. juni og í hesum tíðarskeiði komu 532 undirskriftir inn frá borgarum, sum valdu at stuðla felagnum í hesum máli. Undirskriftainnsavnanin varð handað landsstýriskvinnuni í heilsumálum tann 16. juni.

Les meira um undirskriftainnsavnanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo