Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

"Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunlinum, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva."

Hetta er boðskapurin, sum skúvoyingar nú gjøgnum undirskriftsinnsavnan geva landsstýrið og løgtingið. 

Skúvoyingar hava savnað undirskriftir saman fyri at gera vart við at en teymur upp í Skúgvi ikki er við i verandi verkætla fyri Suðuroyartunnilin. 

M.a vísa teir á, at tað er órógvandi, at einki hoyrist frá politikarunum, og harumframt eru teir vitandi um, at partar av nevndini í tunnilstoyminum ikki eru serliga áhugaði í at gera tunnil til Skúvoyar.

"Men ein góð loysn liggur klár, so ein íbinding til Skúvoyar ber væl til, um viljin er til staðar," leggja skúvoyingarnir dent á í skrivi til politikararnar.

Um tunnilin kemur til Skúvoyar eru minni útreiðslur, tí m.a skip, atløguumstøðir og lønir til manning og avgreiðslufólk í longdini er dýrari enn ein íbinding frá Suðuroyartunlinum.

Nógvir túrar verða avlýstir orsakað av vána líkindum, so trupulleikarnir verða ikki loystir við einum nýggjum skipi eina.

"Vit heita tí so inniliga á politikararnar um at samtykkja, at tunnilin skal upp í Skúgvi, so vit eisini kunnu síggja eina ljósa framtið fyri okkum og okkara oyggj."

Løgmaður Aksel V. Johannesen fær handað undirskriftirnar í morgin kl. 15

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo