Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Ikki allir lærarar skúlans, hava skrivað undir klaguna

Ikki allir lærarar skúlans, hava skrivað undir klaguna

Undirvísingarstýrið hevur í rættiliga drúgvum svarið til kæru frá nøkrum lærarum, og sum VP hevur fingið innlit í, grundgivið fyri, hví mett verður at skúlastjórin verður í starvinum í Vestmanna skúla, og skrivar millum annað í niðurstøðuni:

- Skúlastjórin eigur at fáa høvi at halda fram og fara undir ta menningargongd i komandi skúlaári við ráðleggingardøgum o.ø., sum hon hevur í ætlan, nevnliga á øllum økjum at dagføra, endur- og nýskriva starvsfólkapolitikk skúlans, virðisgrundarlag, visión, mission, profil, menningarætlanir, mannagongdir við gjøgnumskygni, regluliga kunning til starvsfólkið, samstarv / samskifti, fyriskipað samansjóðingartiltøk osfr.

- Hetta eru neyðug átøk i Vestmanna skúla, og har skúlaleiöslan hevur eftir at visa, at hon megnar hesa uppgávu saman við starvsfólkahópinum annars, sigur Undirvísingarstýrið.

Men áðrenn hetta skrivar Undirvísingarstýrið eisini um samstarvið millum skúlastjóran og varaskúlastjóran:

- Vit kunnu ásanna, at skúlastjórin hevur higartil ikki megnað at fingið fylgd ella fylgiskap í sínum arbeiði í skúlanum. Men hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at skúlastjórin rendi seg í eina rættiliga óvanliga avbjóðing, fyrst at koma í rættiligt fjølmiðlarok í sambandi við setanina og síðani í ta merkisverdu støðu, at hon fekk ikki stuðul frá varaskúlastjóranum í arbeiði sínum. Hetta er sjálvandi partur av ábyrgdini hjá stjóranum, men sambært setanartreytunum hjá varaskúlastjóranum áliggur tað henni á serligan hátt at vera stuðlandi partur í virki stjórans.

- Høvuðsorsøkin til hendan útbreidda ampa læraranna tykist at byrja við eyðsæddu ósemjuni milium skúlastjóra og varaskúlastjóra, sum UVS fyrstu ferð fær vitan um í telefonsamrøðu frá skúlastjóranum 20. jan. 2022.

- Skúlastjórin arbeiðir síðani, tað vit vita, við á ymsan hátt at bøta um arbeiðslagið teirra millum við m.ø. livandi orðinum at finna felags linjur at virka eftir og sum leiðslutoymi at draga eina línu, skipa fastar vikuligar samstarvsfundir, soleiðis at tær á hesum fundum kunnu leggja ymisk sjónarmið fram, fyri síðani at finna felags mál ella felags rødd í dagliga arbeiðnum í skúlanum, tí hetta samstarv millum stjóra og varastjóra er sjálvt fundamentið í virki skúlans, at leiðslutoymið úteftir er samt um dagin og vegin. Tað tykist verða betri í fyrstani, men so fer tað sambært skúlastjóranum so við og við fullkomiliga av sporinum, varastjórin handlar enntá endurtakandi beint ímóti boðum frá skúlastjóranum, upplýsir stjórin.

- Varaskúlastjórin hevur verið sjúkraskrivað í drúgvum tíðarskeiðum síðan ársskiftið, stendur í svarinum.

- Eftir nógvar meir ella minni miseydnaðar royndir at finna loysnir um arbeiðslag, sigur skúlastjórin seg ikki síggja aðra loysn enn at fara undir tilgongd at geva varaskúlastjóranum ávaring fyri tænastubrot.

- Hetta verður gjørt sambært fyriskrivaðum reglum í samráði við løgfrøðingin í UVS. Hetta útviklast so víðari við skuldsetingum og kærum frá báðum síðum til UMMR, sum hevur hesi mál til viðgerðar í løtuni.

Undirvísingarstýrið tekur síðani samanum:

- Samanumtikið kann sigast, at støðan i Vestmanna skúla er sera álvarslig. Neyðugt er at leiðsla og starvsfólk finna felags gongulag. Nýggi stjórin, sum byrjaði í starvinum 20. sep. '21 hevur eyðsýnliga rent seg í eina serliga avbjóðing í og við at varaskúlastjórin, sum vit í húsinum kenna sum ein dugnaligan fyrstalærara í Hósvíkar skúla 2017-20, og hon funnu ikki stevið, og tað ringast tonkilig hendi, at hetta gjørdist so sjónligt, at tað breiddi seg í lærarahópin.

- Fyritreytin og sveivásurin í allari skúlamenning er eitt úteftir samt leiðslutoymi við greiðum máli í skildri sínum, sjálvandi  við innanhýsis rúmi og opinleika fyri ymsum áskoðanum. Men tá tað í hesum førinum ikki eydnast tveimum leiðslupersónum at ganga í takt og finna semjur um felags leið og heilt vanlig gerandismål, so verður sera torført, at hetta skal henda í starvsfólkabólkinum. Skúlastjórin er settur at leiða og fordeila arbeiðið í skúlanum, slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í skúlanum við ábyrgd av hesum.

- Tá so varaskúlastjórin, sum í útgangsstøðu er høgra hond stjórans i hesum arbeiði, i hesum førinum sambært stjóranum beinleiðis kennist mótarbeiða henni, so er leiðin fram ómetaliga torgreidd.

- Tað er okkara fatan, at skúlastjórin frá byrjan av hevur havt ein jaligan og semjusøkjandi hugburð til samstarv við allar ymsu lutaeigarar í skúlans dagliga virki í øllum løgum, dugir væl at lurta, tolsaman hugburð við fólkaræðisligum tilgongdum sum siðfastan leist í gerandisdegnum. Hon hevur frá byrjan av havt hugsanir og ætlanir fyri skúlans virksemi, men er eisini greið yvir at her eru stórar ábøtur neyðugar við skipaðum strukturi, greidleika og gjøgnumskygni.

- Meting okkara er, at skúlastjórin eigur at fáa høvi at halda fram og fara undir ta menningargongd i komandi skúlaári við ráðleggingardøgum o.ø., sum hon hevur í ætlan, nevnliga á øllum økjum at dagføra, endur- og nýskriva starvsfólkapolitikk skúlans, virðisgrundarlag, visión, mission, profil, menningarætlanir, mannagongdir við gjøgnumskygni, regluliga kunning til starvsfólkið, samstarv / samskifti, fyriskipað samansjóðingartiltøk osfr. Hetta eru neyðug átøk i Vestmanna skúla, og har skúlaleiöslan hevur eftir at vísa, at hon megnar hesa uppgávu saman við starvsfólkahópinum annars.

- Manglandi fylgiskapurin, ið er komin til sjóndar, gevur tó sjálvsagt avbjóðingar bæði fyri skúlastjóra og starvsfólk. Møguliga kundi henda tilgongd hóskandi verið leidd av organisatiónssálarfrøðingi saman við leiðslu og álitisfólki skúlans, soleiðis at starvsfólkahópurin kennir ognarskap í hesum, og at gott huglag og trivnaður fæst aftur í hásæti, skrivar Undirvísingarstýrið í skrivi frá 1. august 2022.

Síðani 1996 hava tilsamans 12 ymiskir skúlastjórar leitt Vestmanna skúla.

Sí alt skrivið her

Ikki allir lærarar skúlans, hava skrivað undir klaguna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo