Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ung fyri Miðflokkin: Ung fyri Miðflokkin hevur havt aðalfund og hevur skipað nýggja nevnd. Nevndin er mannað soleiðis:

· Martin Nysted Gardar: Formaður

· Markus Mortensen: Næstformaður

· Petur Takamasa Asano: Skrivari

· Aksel Kambsskarð Berg: Kassameistari

· Steffan Klein Poulsen: Nevndarlimur

Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið. Harumframt verður lagt fokus á at halda áfram við arbeiðinum í at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum. Ungmannafelagið hevur ein aktivan leiklut í at menna Miðflokkin, og nýggja nevndin ynskir at verða við at leggja kós og visión fyri Miðflokkin, har málið er at flokkurin skal verða millum teir størstu í framtíðini.

Ung fyri Miðflokkin ynskja Martin tillukku við formanssessin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo