Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í fyrradagin, 30 novembur, var ein sending í Lindini. Hendan sending var kl.16. Tey, ið mannaðu panelið, vóru nakrir ungdómar. Og tey tosaðu um tríeindina og um Talsmannin, um hvør hann var.

Eg havi ikki hoyrt slíkt tokuprát. Hesir ungdómar famlaðu í skriftini, og vistu ikki, hvat tey tosaðu um. Respektleyst at viðgera Guddómin á henda hátt. Hinvegin er at siga, at hesir ungdómar eru á ein hátt umskyltir. Teir eru bert eitt úrslit av sínum blindu vegleiðarum, sum ei heldur hava skilt skriftunnar klára boðskap gjøgnum 66 bøkur, at Gud er Ein! Tað er eingin tríeind. Orð sum tríeind, tríeindur gud, guddómspersónur, tríggir í einum og ein í trimum, finst ikki í skriftini.

Talsmaðurin – hvør er hann? Í Jóh.14.18-19 talar Jesus um, at Hann skal koma aftur til teirra. Nú fer Hann frá teimum. Hann hevur verið í likaminum í 33 ½ ár. Og teir hava verið saman við Honum í 3 ½ ár í tænastu. So sigur Hann her: ”Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara. Lítla stund aftrat, so sær heimurin Meg ikki longur, men tit skulu síggja Meg; tí Eg livi, og tit skulu liva.”

Lat okkum taka hetta við, at vit skulu fáa annan Talsmann at vera hjá okkum. Og hvønn skulu vit fáa hendan Talsmannin frá? Sita tað tveir guddómspersónar uppi í himli og senda ein annan Talsmann?

Í Jóh.16.7 stendur: ” ...Eg sigi tykkum sannleikan: ”Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann.”

Jóh.15.26: ”Men táið Talsmaðurin kemur, sum Eg skal senda tykkum frá Faðirinum, Andi sannleikans, sum út gongur frá Faðirinum – Hann skal vitna um Meg.” So stendur tað her, at tað er Jesus sum skal senda Talsmannin. Talsmaðurin, sum Eg(Jesus) skal senda.

Lat okkum taka kap.14.26. ”men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.”

Er tað nú Jesus ella er tað Faðirin sum sendur? Bæði eru sonn, tí Jesus er Faðirin. Og táið Jesus varð tikin upp til himmals so lat Hann teir ikki faðirleysar eftir, men kom aftur til teirra í Heilaga Anda, í Talsmann. Og Jesus sigur til teirra í Matt.10.17-20, táið Hann sendir teir út.

Og legg til merkis orðingina: ”Men varðið tykkum fyri menniskjum! Tí tey fara at geva tykkum upp til dómstólar og húðfleingja tykkum í sýnagogum sínum; tit skulu verða leiddir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum og heidningunum til vitnisburð. Táið tey nú geva tykkum upp, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella hvat tit skulu tala! Tí tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit skulu tala. Tað er jú ikki tit, ið tala, nei, tað er Andi Faðirs tykkara, sum talar í tykkum.” Hann sigur: ”dómstólar, húðfleingja, landshøvdingar og kongar, teimum og heidningunum til vitnisburð”

Jesus talar um hvítusunnudag og úteftir. Tí í v.5 sigur Hann við teir um ikki at taka leiðina til heidningarnar ella nakran bý Samverja. Teir hildu seg innanfyri grensina til Ísrael.

Men eftir hvítusunnudag, komu teir út fyri øllum hesum. Upplivdu dómstólar, blivu húðflongdir, møttu landshøvdingum og kongum og ikki minst heidningum.

Og Jesus sigur um hetta, at teir skulu ikki stúra fyri hesum, tí at Andi Faðirsins skal tala í teimum.

Andi Faðirsins, Jesus, er Talsmaðurin. Jesus kom aftur til teirra í Anda. Og Paulus sigur, at vit hava fingið Kristi Anda!

Kæru ungdómar! Havið respekt fyri, hvør Jehova er og misbrúkið ikki Hansara navn!

Hallur Sørensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo