Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Í gjár fór ungdómslandsliðið í badminton til Danmarkar at luttaka í ISI-cup. Tilsamans telur hópurin 19 leikarar. Við á ferðini eru eisini ungdómslandsliðsvenjarin Fai Yin Wong og ferðaleiðararnir Katrin Jacobsen og Bogi Jacobsen.

Kappingin byrjar í dag og heldur áfram í morgin. Okkara leikarar luttaka í í A-rekkjuni og Meistararekkjuni. A-rekkjan spælir einmans- og tvímansleik, og M-rekkjan spælir einmans-, tvímans- og blandaðan tvímansleik. Innleiðandi umførini verða spæld í dag í Herning, og hálvfinalur og finalur verða spældar í morgin í Ikast.

Tey skulu spæla ímóti leikarum úr Danmark og Íslandi - spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast teimum.

Leikararnir koma heim aftur mánadagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo