40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í fjør vunnu Aron, Hákun, Klara, Álvdis og Hendrik við bólkinum, Broddi.

Í fjør vunnu Aron, Hákun, Klara, Álvdis og Hendrik við bólkinum, Broddi.

Í fjør vunnu Aron, Hákun, Klara, Álvdis og Hendrik við bólkinum, Broddi.

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika, og hvussu tey fáa hesar út á marknaðin. Ungt Virki er eitt breitt samstarv millum miðnámsskúlar, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið og vinnulívið, og næmingar fáa ymsa ráðgeving ígjøgnum hesi samstørv eins og fíggjarligan stuðul til arbeiðið frá Betri.

Í fleiri ár varð tiltakið hildið á Torginum í SMS, og hetta hevur altíð verið væleydnað. Í fjør varð avgerð tikin um at royna at fáa tiltakið inn á skúlarnar. Í fjør varð Ungt Virki hildið á Glasi og í ár verður tiltakið so hildið á Miðnámi á Kambsdali.

Í ár luttaka tilsamans 16 bólkar við yvir 50 næmingum úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi. Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egna fyritøku.

Tað verða 9 dómarar úr føroyska vinnulívinum, sum koma at meta um hugskotini og geva bólkunum afturmeldingar um teirra hugskot og framløgur.

Tiltakið byrjar kl. 9.30 og endar kl.16, tá vinnarin verður kosin. FM-vinnarin umboðar Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn í apríl, har tey bestu liðini í kongaríkinum fara at dystast um besta hugskotið.

Menna næmingar til framtíðar størv
Kanningar vísa, at næmingar, sum fáa undirvísing í nýskapan og íverksetan gleðast um at ganga í skúla og seta sær hægri mál fyri útbúgving og yrkisleið. Harumframt kenna tey seg at hava nakað at geva samfelagnum, og tey eru bjartskygdari um framtíðina. Tey menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið eru neyðugir fyri at megna framtíðar størv bæði sum íverksetar, leiðarar og starvsfólk.

Her er skráin:

08.10–09.30. Næmingarnir prýða básarnar – Miðnám á Kambsdali bjóðar luttakarum, dómarum og lærarum morgunmat í kantinuni (ókeypis kaffi fæst allan dagin)
09.30- 09.40 FM-kappingin í Ungum Virki letur upp – Óli Wolles, rektari, setir kappingina
09.40- 10.30 Dómararnir vitja básarnar
10.30-11.40 Framløgur í auluni/skúlahøllini – fyrri partur (4 min pr. bólk)
11.40- 12.30 Døgurðasteðgur – Miðnám á Kambsdali bjóðar luttakarum, dómarum og lærarum døgurða í kantinuni
12.30 – 13.40 Framløgur í auluni/skúlahøllini – seinni partur (4 min pr. bólk)
13.40- 15.40 Samrøður við dómsnevndina (10-15 min pr. bólk)
15.40- 16.00 Framsýning (kaffi og okkurt afturvið stendur frammi)
16.00 Vinnarin verður kosin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo