"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Sky Sports boðar nú frá, at samráðingar eru ímillum Jose Mourinho og Manchester United um at leingja sáttmálan teirra millum, sum gongur út í 2019.

Sky veit harumframt at siga, at Mourinho ynskir at verða verandi í United, og at hann í hesum sambandi skal hava sagt, at tað er upp til stýrið í felagnum at gera av, um hann sleppur at halda fram ella ikki.

Harumframt skal hann hava sagt, at tað er nakað tvætl, at hann ætlar sær úr starvinum sum United managari í summar. 

Hetta hendir, eftir at Daily Mail fyrr í dag bar tíðindini um, at Mourinho møguliga fer úr starvinum í summar.

Mourinho kom til United í 2016 og fekk í fyrsta umfari ein trý ára sáttmála við felagið.

Fyrsta árið gjørdist hann nummar seks í Premier League, men nú helvtin av hesum kappingarárinum er farin aftur um bak, hevur hann flutt felagið upp á eitt annað pláss í kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo