Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú jólini skjótt eru í hondum, hevur etiska leiðslan í Javnaðarflokkinum avgjørt at fara undir eitt mentalt uppbyggjandi átak - serliga ætlað teimum ungu.

Hettar verður gjørt við sokallaðum slogan.

Nøkur eru likin út, og verða tey fyri fyrstu ferð almannakungjørd her.

"Spyr ikki hvussu tú fært fíggja tínar verkætlanir - spyr hvussu tú fært danskarar at fíggja tínar verkætlanir."

"Spyr ikki hvussu tú klárar at gjalda tínar rokningar - spyr hvussu tú klárar at fáa danskarar at gjalda tínar rokningar."

Á orku- og umhvørvisøkinum eru tey rættiliga kreativ og skemtilig.

Boðskapurin til orkuframleiðarar er:

"Fái tit myllurnar at mala - so fáa vit danir at betala!"

"Grøn kós - við danskari sós."

Øllum teimum, sum ivast í og himprast við moralska grundarlagið hjá flokkinum, veitir flokkurin holla sálarfrøðiliga kreppuhjálp.

Tey, sum ynskja hjálp til at grundgeva fyri moralska grundarlagnum hjá flokkinum, kunnu fáa retoriska vegleiðing.

Leygardagin 19. vera umboð fyri Javnaðarflokkin á torginum í SMS, har etiski leiðarin í flokkinum býtur út jólagávur: Eitt penalarhús signera av formanninum - og goldið av danska fólkinum.

Og so ein heilsan til øll javnaðarfólk: Um tit ikki taka undir við etiska virðisgrundarlagnum, sum kann tulkast úr tí sum stendur omanfyri, so taka tit heldur ikki undir við virðisgrundarlagnum hjá leiðsluni í flokkinum.

Minnist til allar pengarnar vit hava fingið og framvegis fáa frá danska fólkinum.

Takksemi og virðing fyri danska fólkinum hevði sømt seg betur - enn tann ótakksamið og vanvirðandi atburðurin flokkurin vísir á Fólkatingi.

Kristoffur D. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo