Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áhugavert at lesa títt skriv. Tó kennist løgið, at svara einum tú ikki veitst navni á.

Vit kunnu vera samdar í, at tú og eg sum mammur, ikki ynskja nøkrum barnið, at vera útsett fyri happing. Tað er eitt tað ringasta sum er, og fer inn og oyðileggur sálarliga, hjá tí útsetta persóninum. Øll føroysk børn eiga, at kunna vaksa upp í frið og náðum, men veruleikin er tann, at soleiðis er ikki. Tað er absolut ikki bert galdandi  fyri samkynd, tað er mong børn sum vera útsett fyri happing dagliga. Bæði í skúlum, ítrótti og arbeiðslívi. Tað er ikki barnið sum blívur happa, ið er galið við, tað eru happarnir, tað er galið við. Ta barnið ella tann vaksni, sum happar, hevur trupuleikar. Tey hava ein tørv á, at niðurgera onnur, fyri at føla seg betri. 

Ymiskleiki er onki nýtt, tað hevur altíð verið til, frá fyrstu menniskjum av. Tað er einans 2 kyn, genta og drongur, óansæð, hvat eg ella tú føla okkum at vera, so broytir tað ikki tað biologiska fakta, at tað er bert 2 kyn til, longri er søgan ikki. Tey kynini eru ymisk, og koma altíð at vera tað.

Men eisini kvinnur kunnu vera sera ymiskar, og somuleiðis menn vera sera ymiskir.  At tað so eru nøkur heilt fá, sum eru fødd við eitt sindur av báðum kynum, er eitt fakta. At man roynir at hjálpa teimum fáu børnum, sum vera fødd við kynsgørnum hjá gentum og dreingjum, kann ikki samanberast við tað, sum florerar allastaðnis nú. Tað hevur tað onki við tann kynsskiftis andan, sum nú trýstur seg fram í nógvum londum nú, serliga í vesturheiminum. Nemliga at man skal sleppa at velja, at vera tað kyn, man følir seg vera.

So fer man, at broyta biologiska kroppin, allan sum hann er, tí børnini ella tannáringarnir, ja enntá vaksin vilja vera tey, sum tey føla seg vera.

Læknar hava ongar royndir á hesum økinum, so tað verður gjørt sum best ber til.

Hetta er sera ørkymlandi, at vit vaksnu, sum eiga at vera tann vaksni í hesum, lata kenslurnar stýra øllum. Læknarnir hava enntá alment lagt út á Youtube, Twitter osv, at teir eru í ongamannalandi, og royna at gera sum frægast.

Hallo... hetta eru væl útbúgvin fólk, sum hava lært í mong mong ár, og kasta børn og ung undir skurð. Bert fyri ikki at koma í ringt ljós av Lgbt rørsluni. Tí ert tú kritisk inná kyns idéologina, so verður tú ikki væl sædd í mannaeygum. So tað vilja nógvir læknar sleppa sær undan. Tá vaksin við høgari útbúgving, ikki duga at meta um, hvat heilsuliga er best fyri barnið/ungu/vaksnu. Tá MÀ ein klokka ringja í høvdinum hjá okkum vaksnu.

Hví eru sjálvmorðstølini hægst innanfyri júst hesi fólkini. Tey vóru høg áðrenn, men eru eskalerandi høg eftir skurðviðgerðina!

Hetta vísa tøl eitt nú frá sjúkrahúsinum í Oslo. Hví? jú tí tað liggur so djúpt í menniskjanum at vilja vera nøgd við okkum sjálvi. Tá nøgdsemi ikki er har áðrenn, og tankarnir bara snúgva seg um, at broyta seg, tí so vil alt vera gott.

Trupulleikin er at kynsskifti ikki hjálpti, bara gjørdi ilt verri. Tá stendur man við einum oyðilagdum kroppi, og tú verður bundin til medisin alt lívið.

Angranin eftir skurðviðgerðina tykist vónleys, tí tú fært ikki broytt kroppin aftur.

Stakkals børn/ung/vaksin, sum fullu fyri eini lygn og lovorð, um at alt fór at blíva betri, og nú blivu svikin.

Eitt sum ongantíð verður tikið uppá tungu í hesum er. Hvussu kann ein drongur føla seg sum gentu, tá hann ongantíð hevur verið tað, og tískil ikki hevur peiling fyri hvussu tað følist? 

Ella øvugt, um talan er um gentu, sum følir seg sum drong, tá hon ongantíð hevur verið ein drongur, og ikki ánar hvat tað er? 

Øll hava kenslur, ymiskar kenslur. Kann gott vera, at onkur er føddur við eini tráðan til onkran av sama kyni. Eva og Ádam fullu í synd, og harvið fall heimurin. Alt skaparverkið bleiv ávirkað av hesari hending, bæði menniskju og djór, náttúra eisini.

Men mong velja eisini at leggjast við einum av sama kyni, av egnum lysti. Eins og ein kvinna velur ein mann, og ein maður velur eina kvinnu. 

Eg haldi avgjørt ikki, at barnið hjá dulnevndu mammuni er farligt. Um hon heldur míni børn vera farlig, má hon um.

Barnið hjá tær er uttan iva eitt ganska almindeligt menniskja, eins og tú og eg. Eg seti ikki spurnartekin við barn títt.

Tað sum nøkur í Føroyum hava sett spurnartekin við í seinastuni er ikki samkynd. Men hvat teirra felagsskapur arbeiðir fyri.

Klassiska svarið er:  "Bara at vísa ymiskleika".  Ikki fyri nakað, men ymiskleiki hevur altíð verið til, ikki eitt nýtt fyribrigdi. Hóast kyns idéologiin hevur mest sum tikið einkarrætt uppá orði ymiskleiki.

Hví skulu Drags søguløtur vera fyri smábørnum, hví ikki gomlum fólki?

Um tað snúði seg um hugnaløtu, so fóru tey eisini til tey á ellisheimir ella eldraøkið.

Men soleiðis er ikki. Mong vita hví.

Tað undrar meg tó mikið, man pilkar eina grein, um at Drag Queen er frá tíðini hjá Shakespeare. Har kann man finna orðið Drag, sum bleiv nýtt um kostymar. Men Drag Queen (sum vit kenna tað í dag) stavar frá William D. Swann, frá 1880´unum, einum amerikonskum samkyndum manni, sum var fyrsti nevndi Drag Queen. Har hann upptraðkaði á klubbum, homosexuellum klubbum.

Hóast tað uttan iva, hevur existerað í hundraðtavís av árum, har vaksin útføra alskyns sexuellar girndir, ílatin sum mótsatta kynið, aloftast.

Gamla Grikkaland er eisini vælkent fyri sínar sexuellu lystir, av alskyns slag.  At avdramatisera nakað, sum er dramatiskt, ber ikki til.

Tað er bara einaferð soleiðis, at alt hoyrir ikki heima millum børnini, altíð verið soleiðis. Eisini tá eg var barn. Tá var m.a  ein ávaring send í SVF, "óhóskandi fyri børn". So fingu tey vaksnu sent børnini út, so tey ikki upplivdu ting og sakir, sum tey ikki vóru ment til.

Men sum eg skilji á brævinum, so eru vit nokk laaaangt vekk frá, at vera samdar á hesum økinum, hvat og nær, børn eiga at fáa upplýst ting og sakir.

Heidi M. Johansen  

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo