Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Góð lestrarvegleiðing er ein týðandi fortreyt undir einum vælfungerandi og modernaðum samfelagi. Góð vegleiðing hevur søguliga verið ein varði fyri persónligari og samfelagsligari menning, og hevur víttfevnandi árin, so sum at bróta sosialan arv og aðrar samfelagsbúskaparligar fylgjur. Góð vegleiðing gevur borgarunum frælsi og tólini at velja. 

Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) hevur gjøgnum seinastu mongu árini arbeitt fyri – í samstarvi við m.a. Setrið, føroysku lestrarvegleiðarnar, Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark og Altjóða Skrivstovuna (ASK) – at vegleiðing verður meiri útbreidd og at kunna ung og eldri um lestrarmøguleikar.

Nú nógv rok hevur verið um starvssetanina hjá Studna av nýggja útbúgvingarvegleiðaranum, fer MFS koma við fylgjandi viðmerkingum:

Spyr – men bara 2 tímar um dagin
Slagorðið hjá ASK hevur seinastu árini verið: ”Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.”

Fyrr hevur ASK havt telefonirnar opnar millum 10 og 15, og mikudagar heilt fram til kl. 18.

MFS fílist harðliga á, at telefontíðirnar eru skerdar til einans tveir tímar um dagin – frá klokkan 10 til 12. Hetta er ikki í tráð við slagorðini hjá ASK. Heldur ikki er hetta nøktandi í mun til endamálið við lestrarvegleiðing.

Hetta forðar teimum flestu, ið arbeiða og ganga í skúla, í at fáa vegleiðing. Hvat er tá endamálið?

MFS kann ikki annað enn staðfesta, talan er um niðurskriving av vegleiðing í Føroyum, og heita staðiliga á Studna, at gera vegleiðinga meiri atkomiliga.

Lívslong læra og vegleiðing eru fortreytin
Starvssetanin sjálv er kærd til Mentamálaráðið. Vegna vantandi innlit í málið, ynskir MFS ikki at gera seg til dómara av, hvørt viðkomandi er egnaður til starvið, áðrenn ein óheft niðurstøða er gjørd av Mentamálaráðnum.

Hinvegin ynskir MFS at undirstrika, at MFS ikki heldur, at hvør sum helst kann røkja starvið sum útbúgvingarvegleiðari á ASK. Í hesum føri stillar MFS seg fult aftanfyri Vegleiðarafelag Føroya, tá tey lýsa týdning av, at ein útbúgvingarvegleiðari skal hava neyðugu vitanina og førleikarnar, og dugir at nýta røttu ástøðiligu amboðini í samband við vegleiðing.

Eins og Vegleiðarafelagið vísir á, so eru lívslong læra og vegleiðing ein týdningarmikil partur, og MFS metir, at hesi eru hornasteinar í einum modernaðum samfelagið. Hetta eigur eisini at vera endurspeglað í tí vegleiðing, vit bjóða borgaranum.

Gereraliseringar av ungum gagna ongum! 
MFS ynskir at gera eina viðmerking til Vegleiðarafelagið. Undir yvirskriftini ”Ungur kandidatur í fyrisiting (cand.scient.adm.) settur í einasta fulltíðarstarv sum útbúgvingarvegleiðari í Føroyum” heitir felagið á myndugleikarnar um at taka starvsetanina aftur. Sum nevnt ynskir MFS ikki at gera eina niðurstøðu um hetta, áðrenn ein óheft niðurstøða er gjørd.

Tað, ið MFS heldur vera sera óheppið, er, at Vegleiðarafelagið brúkar orðið ”ungur” á ein hátt, har lesarin fær fatan av, at tað at vera ungur er tað sama sum at vera óegnaður. Tvørturímóti kann hetta vera ein fyrimunur, tí tað kann geva størri innlit í hvussu tað at vera lesandi, og kann viðkomandi tí vera betri førur fyri at seta seg inn í støðuna hjá teimum, ið leita sær vegleiðing frá ASK.

Eisini kunnu tað fyriliggja reformar o.a., sum hevur breiða ávirkan, ið viðkomandi kennir, og hevur merkt á egnan kropp, og sum man tískil kann relatera til betri enn onkur, sum ikki hevur verið merktur av somu politisku avgerðum. Útbúgvingarheimurin er í konstantari broyting, og um ein hevur lokið útbúgving fyri 10 árum síðani, kann talan vera um eitt heilt annað útbúgvingarverk í dag, sum viðkomandi tískil ikki hevur persónligar royndir í.

Ein kann tí argumentera fyri, at konstanta broytingin innan útbúgvingarøkið kann verða ein vansi fyri tey, sum nevniliga ikki eru nýútbúgvin, ella hava serligan kunnleika til økið.

Henda orðing hjá Vegleiðarafelagnum sendir eitt serstakliga keðiligt signal til øll ung fólk, ið eru undir útbúgving, eru á ella ávegis á arbeiðsmarknaðin. Vegleiðarafelagið eigur ikki at leggja eftir aldrinum á nýggja útbúgvingarvegleiðaranum.

Tað, ið MFS ynskir frá Studna og nýggja vegleiðaranum, er, tænastan ikki verður skerd, og at vegleiðingin er á eins høgum støði sum áður. Hetta hevur ikki einans ávirkan á tey, ið ætla sær undir utbúgving, men hevur ringvirknaðir, ið kann koma øllum samfelagnum til góðar.

Við vón um eina sakliga viðgerð av málinum,

Meginfelag Føroyskra Studenta

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo