Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fjølgast skal um borgaran og vinnuna í kommununi. Og eigur hetta at gerast viđ tí upphædd sum borgarin og vinnan lata kommununi í skatti.

GG. Hendan hugsan umfatar ikki Tórshavnar Havn, sum áhaldandi eigur at mennast í roynd síni at tæna og "tjena" av okkum føroyingum, eins og teimum útlendingum í vitja.

Tađ, ið "tjent" verður í kommununi eigur at vera í millum borgaran og vinnuna.

Tórshavnar kommuna eigur bert at hugsavnað seg um at tæna og skapa borgarum og vinnuni bestu karmar at virka og nørast í kommununi.

Fleiri av uppgávunum sum Tórshavnar kommuna í dag røkir, eiga at vera útveittar fyritøkum og borgarum í kommununi at kappast um, at unnast at røkja.

Umsitingin í Tórshavnar kommunu skal síðani styrkjast, nokkso fitt, so hon megnar uppgávuna at hava eftirlit við útveittu tænastum, hetta so at høga tænastustøðið framhaldandi verður varveitt.

Endamálið viđ hesi hugsan er við tíðini, at lækka kommunuskattin, soleiðis at tann ymiski tænastukostnaðurin fellur mest møguligt á rætta stað, og ikki sum í dag, loyniliga at vera lagdur á allar Havnaborgarar.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo