Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-054/2023 frá Magnus Rasmussen, løgtingsmanni, um løgtingslóg um pant á íløtum

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Nær kemur uppskot til í Løgtingið?
2. Hvør er orsøkin, at so long tíð hevur gingið við arbeiðinum?

Svar:
Tað hevur stóran týdning, at vit fáa nýggja lóg um pant á íløtum. Vit skulu gera tað møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað, og tí skulu vit seta sum útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum íløtum og at rinda pant fyri tey.

Av tí at talan er um lóg fyri pant á íløt verður eisini møguligt at víðka pantskipanina við tíðini at fevna um annað enn fløskur. Soleiðis ber til at áseta við kunngerð, hvørji íløt við hvørjum innihaldi skulu verða pantáløgd. Ásett verður, at lógin fevnir um íløt, og at landsstýrisfólkið nágreinar í kunngerð, júst hvørji íløt við hvørjum innihaldi, lógin fevnir um. Á henda hátt verður lógin meira opin við atliti at, hvørji íløt kunnu verða pantáløgd, og tað verður skjótari og smidligari at leggja íløt afturat, tá ið tørvur er á tí. Hetta er nakað, ið arbeitt hevur verið leingi við, og sær tað út til at nýggja uppskotið, ið er sent í hoyring, er ein haldbær loysn fyri allar partar.

Til nr. 1
Løgtingslógin og kunngerðin um pantskipan fyri íløt vórðu send í almenna hoyring tann 6. desember og lógaruppskotið skal eftir ætlan sendast í Løgtingið í februar 2024.

Til nr. 2
Løgtingslógaruppskotið um pant á íløtum hjá undanfarna landsstýri bygdi á eina pantskipan, sum vinnan sjálv skuldi samstarva um og stýra.

Kravið var, at viðskiftafólkið skuldi sleppa av við øll síni íløt á sama stað, tó við undantaki fyri íløt til rúsdrekka, sum Rúsdrekkasølan skuldi taka sær av.

Handilsvinnufelagið, sum tætt samstarv var við um hetta lógararbeiðið, metti, at tað var vert at royna hendan leistin, so lóg og kunngerð vórðu send í hoyring til freist í oktober 2022.

Viðmerkingarnar sum komu inn í sambandi við hoyringina, vístu, at tað fór at vera meira trupult hjá vinnuni at samstarva um eina pantskipan, enn upprunaliga varð mett.

Táverandi Umhvørvis- og Vinnumálaráð vendi sær sostatt til IRF fyri at vita, um møguligt var at fáa eitt samstarv í lag millum IRF og vinnuna um eina pantskipan.

Tann fyrsti fundurin, ið hildin varð millum limirnar í Handilsvinnufelaginum, IRF og Umhvørvisog vinnumálaráðið, var tann 9. november 2022 og avrátt varð, at tað helst var betri, um IRF heilt tók yvir alla ábyrgd og rættindir í sambandi við pantskipanina, enn at pantskipanin skuldi byggja eitt samstarv millum kappingarneytarnar í innflutnings- og framleiðsluvinnuni. Sama dag varð val útskrivað, og arbeiðið við pantskipanini varð tikið upp aftur, tá nýggja landsstýrið tók við.

Teir fundir, sum eftirfylgjandi vórðu hildnir millum partarnar, vístu, at skuldi alt arbeiðið leggjast á IRF, so var best við eini heilt nýggjari lóg um pantskipan, sum hevði til endamáls at skipa viðurskiftini millum IRF á aðrari síðuni og framleiðarar, innflytara og sølustøð á hinari síðuni.

Arbeiðið við at seta eina slíka miðstýrda pantskipan saman í verki og fáa lógarverkið hesari viðvíkjandi smíðað, hevur víst seg at vera so orku- og tíðarkrevjandi, at tað hevur tikið tað mesta av 2023 at fáa upp á pláss. Sum sagt verður uppskotið væntandi lagt fyri Løgtingið í februar 2024.

Umhvørvismálaráðið, 11. desember 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo