Uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár kemur til atkvøðugreiðslu á tingfundinum í dag.
Kristin Michelsen úr Sjálvstýri er í parti við meirilutanum, samgonguumboðunum, í álitinum, sum kom í gjár. Meirilutin hevur gjørt bæði sparingar og umraðfestingar. Serliga innan rehabilitering, viðgerð fyri rúsevnamisnýtslu, vegakervið, ítróttar og eftirskúlar, samferðslu, bústovnar og menningarsamstørv. Samanlagt hevur meirilutin lækkað inntøkurnar við 56,65 mió kr. Løgukarmurin er hækkaður góðar 18 mió kr, og 4 mió kr eru settar av til at stovna partafelagið Suðuroyartunnilin. Eftir broytingarnar er avlopið á fíggjarlógini næsta ár góðar 53 mió kr.
Tingfundurin byrjar nú klokkan 10.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo