Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Formaðurin í danska veganaraflokkinum avsannar, at hann skal hava brúkt falskar myndir av matstpilli í Føroyum til sítt átak ímóti føroyska grindadrápinum.

Í filminum sæst Michael Monberg uttan fyri ein handil, sum hann sigur er í Føroyum, og har finnur hann eina rúgvu av burturkasti úr handlinum, fyri tað mesta matvørur sum eru vorðnar ov gamlar.

Tað fekk nógvar lesarar hjá VP at ivast í, um upptøkurnar veruliga vóru gjørdar í Føroyum ella tær mundu vera framleiddar til endamálið onkra aðrastaðni.

Men hetta avsannar Michael Monberg.

Upptøkurnar gjørdi eg fyrr í vikuni uttanfyri hjá FK í Hoyvík, sigur hann í svari uppá fyrispurning frá VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo