Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Í løtuni vitja 4 menn úr Nepal á Tvøroyri, har teir skulu byggja eina gróttrappu í niðurgongdini frá Grindini, oman í Hvannhaga, vestara part.

Tað er norska fyritøkan Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðinum við gerð av Føroya fyrstu sonevndu ”Sherpa-trappu”.

Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, har Sherpa-fólk úr Himalaia-fjøllunum gjøgnum 20 ár hava bygt meiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi.

Tvøroyrar Kommuna/Visit Suðuroy eru stigtakarar og standa fyri verkætlanini, sum hevur fingið játtað stuðul frá Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands.

Avtala er gjørd við teir 5 hagarnar, ið eiga í Hvannhaga vestara parti.

Sending frá NRK:
https://tv.nrk.no/serie/ut-i-naturen/2016/DKMR30001013/avspiller

Í samband við gerð av "Sherpa-trappuni" ti Hvannhaga, verður grót flutt við tyrlu millum økið á Rananum, har grótið liggur, og Hvannhaga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo