Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er staðfest mangar ferðir, at orðið um Jesus er ein Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, ið trýr. Orðið er máttmikið og avrikar stórverk. Í fyrstu atløgu verður hugsað um tað persónliga, at orðið um Jesus hevur gagnligt árin á lív og lívsførslu. 

Tað gav mót, har mótloysið hevði tikið yvirhond. Tað gav áræði, har torført var at virka. Tað gav lívinum innihald, har tómleikin hevði tikið fastatøkur um lívsgleðina. 

Talan er um eina umvending. At venda sær frá nøkrum og til nakað annað. At søkja Guðs ríki fremst av øllum. At venda sær til Jesus og venda tí ónda bakið.

Minnist vitnisburðin frá teimum eldru í missiónshúsinum. Tey vitnaðu um frelsuna í Jesusi Kristi, at tey vóru funnin og vunnin. Sagt var frá eini broyting við atliti at lívsins fyllu og innihaldi. Nýggj virðir og ein sonn gleði, ið var burðardygg og berandi. 

Minnist vitnisburðin ávegis eftir kirkjugøtuni. Tað heilaga, fjálga og trygga. Teinurin var drúgvur at ganga.

Fólkið innan Glyvur og fólkið í Kolbanargjógv komu til gongu í Sjóvar kirkju, og kirkjusóknin kom saman í halgidóminum.

Løtan á bríkini bar brá av andakt. Meg minnist teir eldru menninar boygdar framyvir við samanløgdum hondum í bøn. Teir gjørdu støðuna upp og gjørdu klárt til komandi dagar. Í Harrans hondum gerandis og heilagt. Ein frálík siðvenja í kvirru, djúphugsni og andakt.

Tað er júst tøgnina og friðin, ið mong av okkum søkja, nú ljóð og skundur elva til strongd hjá fjøld av fólki.

Tað vakra ljóðið kann gerast darvandi óljóð ella tømast fyri vakurleika. Tann mikla ferðin í gerandisdegnum kann lættliga renna okkum um koll.

Á triðja sinni fóru føroysku prestarnir til Viðareiðis at vera saman í tøgn fyrstu dagarnar í januar mánaði.

Kyrrudagar er vakra orðið, ið leggur sín djúpa frið yvir prestarnar, ið søkja Guðs nærveru í andakt. Tað ljódliga er Guðs orð lisið og sungið eina stutta løtu á morgni og kvøldi. Annars valdandi og skapandi kvirra.

Orðið um Jesus er ein Guðs kraft. Tað ger nakað við okkum og gevur tí einstaka lut í teimum ævigu og tíðarleysu virðunum. Tað finnast virðir, ið ikki slítast av tíðarinnar tonn. Tað finst ein dýrgripur, ið hvørki mølur ella rustur vinna á. Tað æviga uttan fyri tíðina verður opinberað í tí tímiliga og farandi. 

Ein ríkur yvirtollari átti alt tað, heimurin kann bjóða. Skrivað stendur, at hann var ríkur. Eisini ríkidømið gevur avmarkaða gleði, um tað er tað virðismesta, ið vit eiga.

Tað er týdningarmikið ikki at tilbiðja armóð og fátækt. Tað er mikið svárt hjá teimum, ið ikki eiga til dagin og vegin. Nakað av ríkidømi lættir um støðuna. Tað er mikið lættari við nøkrum krónum á kistubotni. 

Ríkmaðurin Sakeus vildi meira enn ríkidømi. Hann hevði hoyrt um Jesus, ið ferðaðist stað úr staði og framdi miskunnarverk og vælgerðir. Honum longdist eftir onkrum, ið mettaði sálina og føddi eina djúpari gleði.

Útsøgnin um Sakeus er vøkur. “Og hann vildi fegin fáa at síggja, hvør ið var Jesus.” (Lukas 19,3). Viljin hevur nógv at siga, hóast vit ikki altíð náa ella fáa tað, ið vit vilja. Viljin drívur verki, tað er satt í mongum førum.

Onkuntíð seta sjúka og hóttafall viljan til síðis. Forløg vára eru ikki einans grundfest innaní okkum sjálvum.

Tað eru løtur, har lívið og umstøður lívsins liggja uttanfyri okkara egna vilja. Í Guðs hondum, eisini tá ið lívsviljin ikki fær sín vilja.

Sakeus vildi fáa at síggja Jesus, og hann gjørdi nakað serstakt. Hann var lítil av vøkstri og hvarv í mannamúgvuni. Hann kleiv upp í eitt morberjatræ, haðani møguleikin at síggja Jesus var størri. Ein ríkmaður uppi í einum træi, tað var ein vilji, ið vildi nakað.

Jesus sá Sakeus og segði við hann: “Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.” (Lukas 19,5).

Jesus vil nakað, hann ynskir ikki nakran syndarans deyða, tómleika ella vanlukku. Umhvørvið vildi og segði nakað annað, at Jesus var farin inn hjá einum syndigum manni at gista. Tey flestu vilja okkurt uttan altíð at vilja øllum tað besta. Tað skal líkasum hóska inn í myndina. 

Vilja vit síggja Jesus og ganga gøtur hansara, hendir tað av sær sjálvum, at vit varnast, at vit eru sædd av frelsara heimsins. Ein nýggj byrjan, ein valdandi friður og ein berandi gleði. Tað hendir nakað nýtt, og broytingin er undurfull. Amen.

Orðið: “Sí, Harri, helmingin av ogn míni gevi eg (Sakeus) fátækum, og um onkur er, sum eg av órættum havi tikið ov mikið frá, vil eg lata tað ferfalt aftur.” (Lukas 19,8).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo