Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Runavíkar býráð hevur á fundi 3. november 2022 tikið avgerð um at seta Urd Johannesen í starv sum mentanarsamskipari hjá Runavíkar kommunu. 

Við starvinum fylgir høvuðsábyrgd fyri virkseminum í Løkshøll, umframt samskipan av mentanartiltøkum kring um í Runavíkar kommunu, sum telur 15 bygdir.

Urd er útbúgvin cand.mag í enskum og altjóða viðurskiftum og master í Arts Management og hevur drúgvar  og fjølbroyttar royndir innan mentanararbeiði bæði á mentanarstovnum og sum sjálvstøðug.

Urd byrjar í starvinum tíðliga í nýggja árinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo