40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Kimbil í Havn hevði 891 tkr í vinningi í fjør.

Tað skal samanberast við ógvusliga hallið uppá 26,5 mió kr árið frammanundan, tá neyðugt var við stórum av- og niðurskrivingum uppá materiella støðisogn, útlán og kapitalpartar.

Hetta skar ein trivaligan luns av eginpeninginum, sum tá minkaði úr stívliga 68 niður í smáar 42 mió kr.

Endamálið hjá Kimbli er at eiga og reka skip.

Men høvuðsvirksemið seinastu árini hevur verið at reka útláns- og íløguvirksemi.

Fíggjarstøðan javnvigar við smáum 47 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo