

USA sendir nú sokallaðar tyssibumbur til Ukraina. Hetta slagið av bumbum er serliga oyðandi, tí talan er um fleiri bumbur sum spreiða seg í luftini og tí gera skaða í einum sera stórum øki, og tí er eisini stórur vandi fyri at vanlig fólk verða skadd. 120 lond hava bannað hesum slagnum av bumbum, men hvørki USA, Russland og Ukraina teljast ímillum hesi londini.
- Tað var ein trupul avgerð at taka, og eg havi ráðført meg við okkara sameindu, áðrenn avgerðin varð tikin, sigur Joe Biden, forseti. Hann sigur, at tíðin var búgvin at hjálpa meira, tí Ukraina manglar vápn og er um at missa fótafesti.
Bumburnar eru verdar tað sum svarar til umleið 3,4 mia kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo