Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin í apríl er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði 5%. 

Útflutningur av laksi vaks við 582 milliónum krónum ella 12 prosent. Hinvegin minkaði nøgdin góð 10 túsund tons ella 12 prosent.

Størsti vøksturin er 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 823 milliónir krónur, ella 57 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 28 prosent.

Prísurin á upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur hevur verið minkandi seinastu mánaðirnar. 

Útflutningurin av øðrum vørum, fyri tað mesta olja til útlendsk skip, er vaksin 222 milliónir krónur í tíðarskeiðnum. Hetta svarar til 37% vøkstur.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í apríl var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 19,8 milliónir krónur. Hetta er á nakað sama støði sum fyri aprílmánaðir undanfarin ár.

Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo