Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 11,7 milliardir krónur. Hetta eru 343 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022. 

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. 

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 333 milliónir krónur, ella 6,6 prosent. Nøgdin er minkað 9.782 tons, ella 14 prosent. Prísurin hevur verið góður, og enn er ein ávísur vøkstur í ársmiðalprísinum.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 255 milliónir krónur, ella ávikavist 17 prosent, 12 prosent og 24 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini (laksur undantikin).

Útflutningurin til Russlands var 142,4 millónir krónur í november 2023. Av hesum er fyri 26 milliónir krónur av makreli og 104 milliónir krónur av sild.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo