Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Leygarkvøldið 12. maj kl. 21.30 spælur Uni Debess við bólki sínum útgávukonsert á Reinsarínum.

”Regards To The Roots Vol 1” er heitið á hesi útgávu.

Uni sigur, so er hetta ein sera týðandi varði á hansara tónleikaleið.

- Serstakt við hesu fløgu er, at eg spæli nýggjar útsetingar av kendum gomlu bluesløgunum, sum eru grundarlagið undir tí, har eg nú eri sum tónleikari í dag.

- Fleiri av løgunum havi eg hoyrt frá foreldrum mínum og teirra ættatliði, so ein kann siga, at løgini altíð hava fylt mær, sigur Uni.

”Regards To The Roots Vol 1” er ein verkætlan, sum fevnur um tríggjar fløgur í fyrstu syftu..

Við sínum 10 útgávum verður Uni Debess eisini kallaður Mr. Blues.

Hann er kendur fyri at spæla væl svingandi blues tónleik, og nøvn sum m.a. Muddy Waters, B.B.King, Robert Johnson og Eric Clapton geva honum íblástur.

Síðan 2002 hevur Uni spælt í nógvum kendum bólkum so sum GoGo Blues, Crawling Blue, Debess Blues Station, og nú spælir hann sum Uni Debess, ið eisini er hansara tónleikaranavn.

Í 2005 vann Uni saman Rógva á Rógvu og GoGo Blues Prix Føroyar, og sama ár varð GoGo Blues tilnevndur ársins bólkur.

Í løtuni er Uni Debess fløguaktuellur við fløguni ”Regards To The Roots Vol 1” og har á hittunum Baby Please Don't Go og Boom Boom.

Reinsaríið 12 maj kl 21.30 - eitt gott blueskvøld!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo