Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: - Nógv av børnunum flyta til Føroya um nøkur ár. Summi fara kanska ikki at vera á sama málsliga stigi beinanvegin sum tey, ið altíð hava búð í Føroyum, men tey fara at kunna fylgja nøkulunda við, tí tey hava fingið eitt sindur av undirvísing her í Keypmannahavn. Men eg havi eisini næmingar, sum eru serstakliga væl fyri og fara at klára líka seg líka væl sum næmingarnir í Føroyum, sigur Mona Brattalíð.

Men føroyski skúlin er als ikki bara ætlaður teimum, sum flyta til Føroya eftir nøkur ár í Danmark.

- Tað er eisini umráðandi fyri tey, sum altíð verða búsitandi í Danmark, at duga føroyska málið. Um man hevur sitið við føroyskum í nøkur ár sum barn, situr tað fastari, tá man verður eldri, sammett við, um man ikki hevur skrivað so nógv føroyskt. Gransking hevur staðfest, at tað hevur stóran týdning at styrkja sítt móðurmál, tí tess betur tú dugir títt móðurmál, tess lættari kanst tú læra onnur mál, eisini danskt, sigur Mona Brattalíð.

Mona Brattalíð hevur havt lærarastarvið í føroyska skúlanum sum eitt lestrarstarv við síðuna av víðari lestri.

Henni dámar væl at undirvísa á føroyska skúlanum í Keypmannahavn.

- Tað er áhugavert at sleppa at arbeiða við professiónini, eg havi lært til. Tað er til dømis serliga áhugavert við differentieringini, nú tað eru ymsir næmingar í øllum aldri, tí sjálvt um børnini ganga í sama flokki, eru tey ymisk eins og í einari vanligari floksstovu, sigur Mona Brattalíð, sum fór frá sum lærari í føroyska skúlanum í november.

Áhugin at byrja í føroyska skúlanum í Keypmannahavn er lutfalsliga stórur, og tað er bara at melda seg til.

- Tað er altíð pláss fyri fleiri børnum, og øll eru vælkomin, sigur Mona Brattalíð.
Mona Brattalíð av Tvøroyri hevur røkt lærarastarvið í føroyska skúlanum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn seinasta árið.

Les alla greinina í Skúlablaði nr 6, 2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo