

Eg var á valfundi í Nólsoy mikudagin, har stjórin hjá Strandferðsluni segði frá, hvussu ringur standurin var á gomlu ferjunum, og at viðlíkahaldið gerst bara dýrari og dýrari.
Tørvur er at endurnýggja flotan beinanvegin. Eg vísti á júst hetta í Nólsoy og segði, at Fólkaflokkurin ynskti at gera tað beinanvegin. Hetta hava fólkini á útoyggj uppiborið, tí tey hava verið ómetaliga tolin. Men nú er nokk, og skal hetta raðfestast beinanvegin.
Latið okkum nú sleppa at gjøgnumføra júst hetta.
Í Føroyum skal altíð vera gott at búgva, eisini fyri tey sum búgva á útoyggj.
X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo