Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undirritaði er ósamdur við Havstovuna og kann dokumentera hví. Men fyrst er neyðugt at skilja hvussu havfrøðin hugsar og roknar, fyri síðan at afturvísa.

Trolbátar stuðla gransking hjá Havstovuni at stovnsmeta flatfisk. Tað er altíð okkurt fiskaslag, sum er í kreppu og tí má friðast. Tað er at gjalda fyri egnan deyðadóm.

Útróðrarbátar eiga ikki annað argument enn at teir oyða ongan fiskastovn. Onkuntíð halda teir eisini, at rættari er at friða fyri trolveiðu.

Vísind vigar nógv hjá øllum á landi og tá teir, sum fiska ikki brúka onnur argument enn nevndu, so noyðast flestu politikarar at velja havfrøðina fram um fiskimannin.

Í 2008 segði havfrøðin
Í tilmæli frá Havstovuni frá 2008 stendur (næstan tað sama sum í 2023). Fiskifrøðin segði tá:

Størsti einstaki trupulleikin í løtuni er, at húkaflotin er alt ov stórur, og stig eiga at verða tikin til at minka um hann.

Bólkarnir 3, 4 og 5 (húkaflotin) fiska tað mesta av toskinum og hýsuni, og tí mugu teir skerjast mest.

Toskur á Landgrunninum: Stovnurin er í ár mettur at vera so lítil sum ongantíð áður. Hann er nú mettur ikki at klára at framleiða góða tilgongd, sjálvt um umstøðurnar annars eru góðar í sjónum.

Tilgongd av ungum fiski er ymisk ár um annað. Summi ár er tilgongdin góð, onnur ár verri. Við harðari roynd verður fiskiskapurin góður, tey árini tilgongdin er góð. Men samstundis verður lítið og einki eftir til árini, tá tilgongdin ikki er so góð, og heldur ikki verða vakstrarevnini hjá fiskinum nýtt til fulnar. Úrslitið verður samanum tikið, at minni kemur uppá land, og sveiggini millum góð og ring ár verða alt ov ógvuslig.

Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi, og til toska- og hýsustovnurin eru komin fyri seg aftur, eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.

ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður loyvdur, fyrr enn yvirlitstrolingarnar vísa, at stovnurin er komin fyri seg aftur, tað er ájavnt ella oman fyri tað støðið, hann var á í 1996-2002.

Um Føroya Banka stendur at lesa
Tað ber í løtuni ikki til neyvt at meta um stovnsstøddina á Føroyabanka.

Við støði í yvirlitstrolingum er stovnurin tó eftir øllum at døma sera illa fyri.

Veiðan er minkað nógv seinastu trý árini, meðan veiðutrýstið hevur verið oman fyri miðal.

ad d) Toskastovnurin á Føroyabanka er á sama støði sum seinast í 1980-árunum og fyrst í 1990-árunum. Tá varð Bankin friðaður, og tað tók bert fá ár at fáa toskastovnin at koma fyri seg aftur

Tilmæli kunnu lesast í fullari long:

https://www.hav.fo/PDF/Radgeving/2008/Skjal4/Nidurstodur_ICES_2008.pdf

https://www.hav.fo/PDF/Radgeving/2008/FRS_Tilmaeli_2008.pdf

Í stuttum sigur tilmæli
Útróðraflotin fiskar alt ov nær landi, har smáfiskur heldur til.

Friðast skal út á 3 fjóðringar

Friðast skal líka til stovnurin aftur er risastórur.

Betri er at goyma fiskin í sjónum.

Friða Føroya banka, hóast vit ikki vita hvussu stórur stovnurin er.

Tvinnir eru kostirnir
Vit kunnu lurta eftir havfrøðini vitandi, at royndir aðrastaðni og hjá okkum sjálvum visa, at teirri loysnir geva mótsatt úrslit av ti teir siga. Ella vit kunnu royna at ávísa, hví úrslitið er mótsatt av tí havfrøðin sigur.

Tað eg síggi er, politikarar taka synd í útróðramonnum, í vónini um at fáa atkvøður, uttan at teir gera nakra roynd at hjálpa útróðrarmonnum. Onkur hevur sagt fyri mær, at hann heldur at slagið er tapt. Aðrir ynskja at lurta eftir havfrøðini. Fá ella ongi saklig argument hoyrast á løgtingi.

Eg síggi eisini, at útróðrarmenn ikki skilja trupulleikan og tí brúka skeivar grundgevingar.

Tí hava politikarar ikki aðrar møguleikar enn at lurta eftir havfrøðini, í vónini um at endurtøka av tí onnur hava gjørt, gevur mótsætt úrslit hjá okkum.

Uppsjóvarvinnan fær somu trupulleikar í 2035
Øll dáta fyri uppsjóvarfisk visa at hann er eins og botnfiskur. Visindaliga ráðgevingin er hin sama.  

Tað merkir at uppsjóvarvinnan verður í somu støðu sum heimaflotin um nøkur ár. Hetta tí at vit eru ávegis at gera avtalur við hini strandalondini og tí fara at fylgja vísindaligu ráðgevingini umframt, sum myndin vísur, kann roknast við at stovnarnir minka.

Myndin niðanfyri kom á prent í 2001 og higartil samsvarar hon væl við sildastovnin.

Fyrst rýkur tilfeingisrentan. Síðan reiðarí við minst kvotu. Tey størstu klára seg. Men tað verður katastrofa fyri landshúsarhaldið.

Fyri 15 árum síðan hevði uppsjóvarvinnan undirskot, og fyri 35 árum síðan var hon meira deyð enn livandi, so tað er ikki nakað vit ikki hava sæð áður.

Tí er ikki skilagott at lata standa til.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo