Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hetta vikuskiftið er Fimleikafagnaðurin í Norðurlandahúsinum. Í ár luttaka Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið og fyri fyrstu ferð luttaka Tvøroyrar og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Evnið er "Kongaríki", sum feløgini lýsa við rørslum, tónleiki og ljósi. Tað krevur hugflog og listaligt snilli, at skapa rørslir sum vísa ymisk hugløg og søgugongdina í framførsluni.

Við yvir 400 luttakarum er hetta størsta fimleikasýningin í árinum.

Í 2017 vann Fimleikafelgið Ljósið við evninum "ætt".

Allar 3 sýningar eru útseldar.

Kappingin verður stroymað til sunnudagin kl.17.00, tá vinnarin verður avdúkaður.

Myndir: Haldur Suni Johansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo