Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ongantíð áður hevur tað gingið so skjótt at selt øll atgongumerkini til stóra árliga konserttiltakið Voxbotn, sum verður í Vágsbotni í Havn nú leygarkvøldið.

Forsølan byrjaði 4. november og tað tók bara 49 dagar at selja øll forsøluatgongumerkini.

Tey síðstu 200 duraatgongumerkini vórðu sett til sølu í dag og tey blivu seld eftir heilt fáum minuttum.

Nú tá tað er útselt, kann væntast bíðirøð við inngongdina, har fólk fáa armbond.

Tí mæla fyriskiparanir øllum til, sum hava keypt atgongumerki, at fáa armbandið á, áðrenn Voxbotn byrjar leygardagin.

Armbond fáast frá mikudegnum 27. juni í Betri í Klaksvík, Saltangará, Tvøroyri, Miðvági og í Betri í miðbýnum í Havn.

Armbond fáast eisini í Kunningarstovuni í Steinatúni frá mikudegnum 27. juni og til Voxbotn endar. 

Nógv nøvn eru á skránni í ár, millum annað rokkbólkurin Nephew, heimskendi DJ’arin Mike Perry, danski rapparin Gilli, kvinnuligi DJ’arin BJones, Byrta, Shu-Bi-Dua hitt frá Hardinger Band, Swangah, Janus & Jens Marni, Jórunn & Hans, Hamradun og Danny & The Veetos. Eisini verður spæliland og undirhald um dagin við Bubu og TrøllaPætur.

Hetta er sjeynda árið, at Voxbotn verður fyriskipað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo