Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fegnar U17 gentur aftaná ein sannførandi 3-0 sigur á Albania - Mynd: Malena Josephsen

Fegnar U17 gentur aftaná ein sannførandi 3-0 sigur á Albania - Mynd: Malena Josephsen

Fegnar U17 gentur aftaná ein sannførandi 3-0 sigur á Albania - Mynd: Malena Josephsen

FSF: – Samanumtikið var hetta ein góð undankapping. Genturnar vístu góðan hugburð og stríðsanda, tær høvdu dirvi og spældu væl, og tordu at bjóða av í pressaðum støðum.

Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum fyrr í mánaðinum tóku lut í EM-undankapping, sum var í Albania.

Umframt Føroyar og vertslandið, vóru Kasakstan og Wales eisini við í kappingini, ið endaði við, at Wales fekk 9 stig, Føroyar fingu 6 stig, Albania fekk 3, meðan Kasakstan endaði aftast við ongum stigi.

Í fyrsta dystinum í kappingini vunnu Føroyar 2-1 á Kasakstan. Føroysku málskjúttarnir vóru Silja Ragnarsdóttir Trier og Brá Zakariasardóttir. Síðani vunnu okkara gentur ein tryggan 3-0 sigur á Albania. Eydna Olsen Dalheim legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum, og við tveimum málum í seinna hálvleiki slerdi Brá Zakariasardóttir føroyska sigurin rimmar fastan.

– Triðja dystin kunnu vit bara iðra okkum um. Men vit mugu eisini viðurkenna, at vit taptu stórt móti einum walisiskum liði, sum var munandi betri enn vit. Men talan var eisini um ein dyst, har lítið og einki riggaði hjá okkara gentum, sigur Eyðvør Jakobsen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo