Í gjárkvøldið var borgarafundur í Skúlanum á Argjahamri, har ein av størstu bústaðarverkætlanum hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð varð løgd fram. Væl av fólki var møtt til borgarafundin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri og greiddi frá, at í samgonguavtaluni fyri hetta valskeiðið er staðfest, at allir borgarar skulu kenna seg hoyrdar og virdar, tá kommunan tekur avgerðir, sum ávirka liviumstøður og gerandisdag teirra.
Tí skal samstarvast opið og breitt við virðing fyri og áliti á hvønn annan við gjøgnumskygni og rættartrygd fyri allar borgarar. Millum annað tí varð skipað fyri borgarafundi.
Tað vóru Birita Wardum, býararkitektur, og Fríður P. Dalsgarð, býarverkfrøðingur, sum løgdu fram verkætlanina, har pláss verður fyri áleið 190 búeindum, umframt pláss til bygging av stovnum og miðstaðarvirksemi. Samlaða byggibúningin verður liðug á sumri 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo